Havnin er ein lítil bygd

Útvarpið sendir eitt tilvildarligt lag
Sum sveimar ígjøgnum eitt vindeyga
Úr einum húsi sum sigur
"vit hava tað gott!"

Havnin er ein lítil bygd
Klaverini tey standa still
Ímeðan fólk fara í býin
So seint gongur tíðin

Onkunstaðni spælir mítt yndisorkestur
Í einum høli har ung eru samlaði saman
Men eg vil ikki droyma, eg vil bara kenna

Bíði eftir bussinum
Bara eg og mínar vónir
Eg havi hendur í lumma
Og sjeytan krónur

Havnin er ein lítil bygd
Ein viti mítt í havinum
Nú fari eg at vitja
Ein góðan vin

Skip sigla út til fremmand lond
Eg síggi meg sita á eini heitari strond
Tí her hendir svarta onki
Hesin forbannaði bussurin kemur ikki

Havnin er ein lítil bygd
Her er so trongligt, men eisini so trygt
Eg vil bara gloyma at tað finst nakað annað

Curiosidades sobre a música Havnin er ein lítil bygd de Teitur

Quando a música “Havnin er ein lítil bygd” foi lançada por Teitur?
A música Havnin er ein lítil bygd foi lançada em 2007, no álbum “Káti Hornið”.

Músicas mais populares de Teitur

Outros artistas de Romantic